Verklagslógin um Hvalbiartunnilin er nýliga samtykt i Løgtinginum, og tunnilsarbeiðið verður nú prosjekterað liðugt. Farið er undir at gera tilkomuvegin niðan ígjøgnum dalin Hvalbiarmegin. Settar eru 30 mió. kr á løguætlanini
fyri 2019, 50 mió. kr. í 2020, 130 mió. kr. í 2021 og 55 mió. kr. í 2022.
Eftir løgtingslóg nr 56. frá 30. apríl 2018 um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum, verður nýggj farleið gjørd millum Hvalba og Trongisvág. Tunnilin verður 2,5 kilometrar, og tilhoyrandi vegir verða 3,3 kilometrar. Verkætlanin kostar 272 mió. kr.
Allar fyrireikingar til Hvalbiartunnilin eru lidnar, og verður sjálvt byggiarbeiðið, tað vil siga vegagerð og tunnilsgerð, boðin út í næstum. Farið verður undir at bora tunnilin tíðliga í 2019.
Byggiarbeiðið verður eftir ætlan framt í 2019, 2020 og 2021, sum merkir at meginparturin av útreiðslunum fella hesi fíggjarár, og eiga játtanirnar at fylgja byggitilgongdini. Tað verða játtaðar 30,0 mió. kr. til verkætlanina í 2019.
Facebook viðmerkingar