Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 er greitt, at framhaldandi uppraðfestingin av nýggjum tænastum á Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur áfram.
Úr Fíggjarlógaruppskotinum um sjúkrahúsverkið
Dyggari og tryggari viðgerð á øllum sjúkrahúsunum
Hildið verður fram við at menna sjúkrahúsverkið.
Serstaka serlæknapuljan í 2019 skal millum annað brúkast til at seta ein barnalækna og ein hjartalækna.
Infektiónsøkið verður raðfest sambært virkisætlanini, sum er í gerð, og pínuviðgerðin, sum er á Suðuroyar sjúkrahúsi verður styrkt við neyðugum stuðulsfunktiónum. Somuleiðis verður útbúgving av anæstesisjúkrarøktarfrøðingum og føðsluatstøðingum raðfest komandi ár. Farið verður eisini undir at fyrireika Sálarfrøðiligu eindina, eins og mælt er til í Menningarætlanini.
Suðuroyar sjúkrahús hevur eina felags skurð- og heiliráðdeild. Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru settir tveir yvirlæknar innan kirurgi, ein medisinskur yvirlækni og ein yvirlækni í anæstesi, sum eisini er serlækni í pínuviðgerð.
Samsvarandi menningarætlanini er sjúkrahúsið farið undir landsdekkandi pínuviðgerð. Afturat serlæknanum í pínuviðgerð verða stuðulstænastur veittar innan psykologi, sjúkrarøkt og sosialráðgeving.
Suðuroyar sjúkrahús hevur 26 seingjarpláss.
Sjúkrahúsið hevur eisini eitt laboratorium í Læknamiðstøðini í Vági, ið er opið tvær ferðir um vikuna, har møguleiki er hjá ambulantum sjúklingum at fáa tikið blóðroyndir o.a. Læknaforvaktin er skipað soleiðis, at hon millum kl. 16:00 og kl. 8:00 virkar sum vakthavandi í samstarvi við kommunulæknaskipanina (1870).
Facebook viðmerkingar