Trævetur gamlir veðrar 282 pund

Í gjárkvøldi vóru tveir trævetur gamlir veðrar flettir í Nesi í Hvalba og vektin var met høg.

Tað er Michael Bertholsen, sum eigur veðrarnir og vóru teir klárir yvir at vektin fór at vera góð, helst omanfyri 100 pund.

Tá veðrarnir vóru hongdir á vektina vigaði tann fyrri, tann grái, 140 pund og tann hvíti 142 pund.

So hetta má sigast at vera ordilig krov.

Á tíðindamyndini síggja vit Michael Bertholsen, Henry Jensen, Magni Bertholdsen og Kristian Bertholdsen

 

 

Facebook viðmerkingar