Heini og Gilli á A-landsliðnum

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin setti Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo. Og millum teir úttiknu eru suðuroyaringarnir í útlegd, Heini Vatnsdal og Gilli Rólantson Sørensen.

Ein broyting er í hópinum hesaferð, í mun til seinastu dystir. Sølvi Vatnhamar hevur givið avboð orsakað av skaða, og í hansara stað hevur venjarin úttikið Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ.

Tórsdagin 11. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Aserbadjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 14. oktober klokkan 17:00 kemur Kosovo á vitjan.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Atgongumerki til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo kunnu keypast í Nethandilinum á FSF.fo.

Facebook viðmerkingar