Hølini hjá heilsufrøðinginum á Tvøroyri dagførd

Í gamla húsinum hjá Froðbiar Sóknar Bókasavni, á Sjógøtu 23, har kommunulæknin áður eisini helt til, hevur eina tíð verið arbeitt við at dagføra hølini hjá heilsufrøðinginum. 


Nú er so komið á mál og umboð fyri býráðið vóru herfyri og hugdu at hølunum. Hølini eru í dag ljós, innbjóðandi og nútímans. Í løtuni nýtir heilsufrøðingurin hølini av og á, eitt nú til mammubólkar, og lata brúkararnir sera væl at. 

Býráðið umrøður í løtuni, um hølini skulu brúkast til annað endamál eisini, soleiðis at tað kann koma fleiri til gagns, tí tey kunnu saktans verða nýtt meiri.

AA heldur annars eisini til í erva, har eisini eitt annað høli stendir tøkt. Býráðslimirnir vóru á einum máli um, eisini at kanna hvat tøku hølini í erva kundu verið nýtt til.

Kelda: Tvøroyrar kommuna

Facebook viðmerkingar