Sjey tinglimir lagt uppskot fram um Fámjinstunnil

Sjey løgtingslimir – Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Kári P. Højgaard og Magni Laksáfoss – hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnil til Fámjins.

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið stendur:
Eitt av fleiri afturúrsigldum og vandamiklum ferðsluøkjum er farleiðin til Fámjins. Í mong ár hevur verið tosað um at bøta um hesa farleið, og fleiri og fleiri hava róð upp undir at gera ein tunnil millum Ørðavík og Fámjin í sambandi við ætlaða tunnilin millum Hvalba og Trongisvág. Tó tykist enn, sum at endaliga avgerðin vantar. Hetta byggir m.a. á seinasta svarið frá landsstýrismanninum í samferðslumálum upp á fyrispurning í Løgtinginum herfyri

(§ 52a spurningur nr. 8/2018) har hesin tykist stuðla ætlanini, men samstundis dregur á og tosar um, at ætlaða tunnilstoymið kundi verið sett at bora hendan tunnilin.

Tunnilsætlanir
Núverandi vegur varð bygdur í tíðarskeiðinum 1936-1940 og vegastrekkið er 9,1 km langt. Hægsta punktið á vegnum er á Ørðaskarði, har tað er 278 m høgt.

Verkætlanin umfatar ein tunnil, sum er 1200 metrar langur, við 600 metrum av vegi Ørðavíkarmegin, og 500 metrum av vegi Fámjinsmegin. Verkætlanin er mett at kosta minni enn 60 mió. kr. Tað verður tunnilstoymið, ið skal gera tunnilin.

Forkanningar eru gjørdar, og eftir er at gera sjálva verklagslógina.

Tunnilin kann verða bjargingin av bygdini
Mong vænta og vóna, neyvan av órøttum, at ein tunnil kann bjarga Fámjin, har fólkatalið, sum fyri fáum árum síðani var yvir 100 fólk, er minni enn 80 fólk ídag. 1. januar 2017 búðu soleiðis 84 fólk í Fámjin, meðan talið longu 1. januar 2018 var minkað til 79 fólk.

Orsakirnar til minkaða fólkatalið eru, umframt natúrliga frágongd við deyða, at ungdómur flytur burtur í lestrarørindum, og tann meira álvarsama, at nærum eingin flytur til kommununa.

Eitt vandamikið vegastrekki
Fyri tey, sum enn búgva í hesi ómetaliga vøkru bygdini, ið er einasta bygd miðskeiðis í Suðuroy, sum vendir móti havinum vestanfyri, kennist vegurin sum ein daglig avbjóðing.

Framvegis eru vegastrekki, har sýnið er sera vánaligt, vegurin er smalur við nógvum svingum, grót ríður oman og kavi skjótt legst. Serliga er tað Skarðið – Ørðaskarð – sum er óhøgligt, men eisini vegirnir báðumegin Skarðið. Vindhart er á Skarðinum. Tað hoyra allir føroyingar, tá vindfráboðanir verða sagdar í tíðindunum, og ikki er altíð so tespiligt, tá hált er og nógvur kavi legst.

Tey, sum búgva í Fámjin og dagliga koyra frá bygdini, kenna vegin og koyra eftir umstøðunum.

Verri er hjá teimum, sum sjáldan vitja í bygdini, og ikki minst hjá útlendskum ferðafólkum, sum annars dáma væl at vitja í Fámjin.

Rætt hava tey, sum meta, at hevði ein tunnil verið gjørdur, so hevði hugurin at búð og búsetst í Fámjin eisini vaksið.

Fígging
Verkætlanin kostar 60 mió. kr., sum verður býtt út á 15 mió. kr. fyri fíggjarárið 2018, og 45 mió. kr. fyri fíggjarárið 2019.
Lógin fer úr gildi tann 31. desember 2019.

Serligar viðmerkingar
Til § 1
Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri at gera nýggjan tunnil úr Ørðavík til Fámjins, og at gera landsveg frá tunnilsmunnanum Ørðavíkarmegin til verandi landsveg í Ørðavík, og frá tunnilsmunnanum Fámjinsmegin til verandi landsveg í Fámjin. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 60 mió. kr.

Til § 2
Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi aftur 31. desember 2019.

 

Lógaruppskotið kann lesast her

Facebook viðmerkingar