Fólk til bingjuplássið í Sandvík

Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki til bingjuplássið í Sandvík.

Arbeiðið umfatar:
At taka ímóti burturkasti, leiðbeina á bingjuplássinum og syrgja fyri at plássið verður hildið reint og ruddiligt.

Setanarviðurskifti:
Arbeiðstíðin er 6 tímar um vikuna.
Bingjuplássið er opið týsdag, hósdag og leygardag.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn:
Umsóknir skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. oktober 2018 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Hvalbiar Kommunu tlf. 375033.

Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
850 Hvalba – tlf. 375033
T-post: hvalba@hvalba.fo

Facebook viðmerkingar