Vit hava tørv á avloysarum sum kunnu traðka til, tá dagrøktarir hava frí ella feriu, og tá sjúka er. Tað er í hesum ógvuliga umráðandi, at avloysarin er tøkur tá tørvur er á tí, og at viðkomandi hevur góðar umstøður at taka ímóti børnum í egnum heimi. Dagrøktarir í Sumbiar kommunu ansa børnum heima fyrrapart og møtast saman við børnunum seinnapart í skúlanum.
Niðanfyri er gjølla lýst hvat fyri førleikakrøv vit seta viðkomandi og hvussu dagrøktarskipanin er uppbygd.
Um starvið
Sum dagrøktari ansar tú børnum í egnum heimi. Uppgávan er at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag, við t.d at stimbra teirra hugflog og menna teirra sosialu førleikar ígøgnum spæl og samspæl við onnur. Vit leggja stóran dent á tað rørsluliga í tí dagliga, tí tað er har grundarsteinurin fyri menning verður lagdur.
Førleikakrøv
Vit leggja stóran dent á teir persónligu eginleikarnar hjá tí sum settur verður sum avloysari fyri dagrøktara. Tú skalt hava hegni og hugflog at arbeiða við menningini hjá tí einstaka barninum, sum skal byggjast á heildarfatanina hjá barninum, har umsorgan, spæl og mentan eru ein heild.
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan barnaansingarøkið
- At tú hevur góðar umstøður, at ansa børnum bæði inni og uttanfyri.
- At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
- At tú vísir virðing fyri børnunum, foreldrum og starvsfeløgum.
- At tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
- At tú ert tolin og vísur umsorgan.
- At tú megnar at geva børnunum ein mennandi og áhugaverdan gerandisdag.
- At tú dugir at síggja møguleikar heldur enn forðingar.
- At tú megnar at lesa og viðgerða námsfrøðiligt tilfar
- At tú hevur eitt roykfrítt og allergivinarligt heim.
Vit bjóða
- Eitt sjálvstøðugt og spennandi arbeiði.
- Eitt áhugavert og lívsjáttandi starv, har tú í stóran mun leggur arbeiðsdagin til rættis.
- Arbeiði í egnum heimi.
- Góðar starvsfelagar.
- Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og starvsfólk.
- Vit kunnu bjóða tær eitt starv, í tryggum og góðum arbeiðsumstøðum og gera vit okkara til, at øll trívast í tí dagliga.
- Sum avloysari fyri dagrøktara hevur tú tætt samstarv við foreldur, leiðslu og námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Tvøroyrar Kommunu.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Sumbiar Kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Umsóknin sum avloysari, saman við møguligum prógvum og viðmælum, umframt revsuváttan, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19.10.2018, kl 12.00
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Marit Poulsdóttir á tlf: 281339 / 611087
Umsóknin skal sendast via post ella teldupost til:
Tvøroyrar Kommunu
Dagrøktarskipanin
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Stílað Marit Poulsdóttir, dagrøktarleiðara
Ella við telduposti til marit@tvoroyri.fo
Facebook viðmerkingar