Leygardagin 13. oktober 2018 verður á Sandinum í Vági avdúkað standmynd av Tofta Regin, sum livdi í Vági umleið ár 1450.
Tofta Regin var ein rættur yvirgangskroppur, herviligur gandakallur og viðgitin fyri styrki. Tofta Regin átti stóran part av Vágs bygd, ogn hansara var ein fjórðingur av allari bygdini. Søgurnar um Tofta Regin eru fleiri, bæði um gand og beistagerðir, men serliga um hólmgongur ella bardaga í samband við trætur um hagamark, har tann, ið vann, fekk rætt.
Á mannamunni er Tofta Regin helst mest kendur fyri at hava runnið úr Toftum eftir húskallinum, sum var á hestbaki. -Og tá komið var til Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, fekk Tofta Regin fatur í halafaksinum á hestinum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini. Hesturin stoyttist eftir høvdinum út um garðin, og húskallurin rendist beint framav.
Standmyndin av Tofta Regin er eisini ein mynd av hesari løtuni fyri eini 570 árum síðani við Ósagarð í Vági.
Standmyndin av Tofta Regin er gjørd av italska myndhøggaranum og listamanninum Gianfranco Nonne, sum hevur búð í Vági í nógv ár. Gianfranco Nonne hevur umframt Tofta Regin latið úr hondum fleiri standmyndir, bringumyndir og aðrar myndir, bæði í Føroyum og uttanlands.
Í samband við at standmyndin verður avdúkað og at tað eru Heystardagar í Vági verður almennur ókeypis morgunmatur í Billardhúsinum í Vági frá kl. 9.30 til kl. 11. Kl. 10.30 fer Arnfinnur Bjarkhamar at greiða frá søgnini um Tofta Regin. Kl. 11 verður farið vestur á Sandin, har røður og felagssangur er á skránni í samband við at standmyndin av Tofta Regin verður avdúkað.
Facebook viðmerkingar