Leygardagin skipar Hvistan fyri rørslutiltaki á Tvøroyri í samband við ABC fyri sálarheilsu.
Hvistan sigur: Vit hittast á Varðanum Pelagic kl. 14.00 og hiðani fara vit ein 15 minuttir túr út og so eftir hesar 15 minuttirnar, verður vent og so heim aftur – í alt 30 minuttir og øll aftur um somu tíð. Tá verður boðið frukt og okkurt at drekka á Varðanum Pelagic, og kunningartilfar er at fáa um ABC fyri sálarheilsu.
Vónandi kunnu tit deila hetta og ØLL eru vælkomin við, ung sum gomul, súkklandi sum gangandi, trillandi sum rennandi.
Facebook viðmerkingar