Hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

Týsdagin 4. december var hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi fyri Katrin Johansen sjúkrarøktarfrøðingi á Tvøroyri, Duritu Olsen fótterapeuti á Tvøroyri, ið báðar hava starvast á heiminum í 40 ár og Annu-Britt Eið heilsurøktara í Hvalba, ið hevur starvast á heiminum í 30 ár.

Ì sambandi við hátíðardagin fingu tær blómur og gávur handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon takkaði teimum fyri góða og trúgva tænastu.

 

Frá vinstru: Anna-Britt Eið, Katrin Johansen og Durita Olsen

Daimi K. úr Hørg eindarleiðari, Anna Britt Eið, Katrin Johansen, Durita Olsen og Hervør Eidesgaard deildarleiðari

Facebook viðmerkingar