Seinastu 10 árini hava hjúnini Páll Lervig og Torgerð í Lágabø í Vági savnað inn gott og væl 1 mió. kr. til FC Suðuroy.
Páll greiðir frá, at tey bæði, Torgerð og hann, í 10 ár hava skipað fyri sjavskapping at kalla hvørja viku heyst og vár hálvuna. -Vit skipaðu fyri fyrstu sjavskappingini til frama fyri FC Suðuroy 28. Oktober 2008. – Og tá vit skrivaðu 28. Oktober 2018, tvs. eftir 10 ár, høvdu vit rundað 1 mió. kr., sum eru farnir til FC Suðuroy, sigur Páll.
Sjálvandi høvdu vit ikki kunna gjørt alt hetta uttan góð fólk at hjálpa okkum og góðir stuðlar, sigur Páll, sum fegnast um tað hjálpina, tey hava fingið, nú tey hava staðið fyri sjavskapping til frama fyri FC Suðuroy øll hesi árini.
Í FC Suðuroy fegnast tey um fantastiska stuðulin, sum Páll og Torgerð hava savnað til felagið hesi árini.
Páll og Torgerð hava gjørt eitt ótrúligt arbeiði hesi árini og hava verið heilt fantastiskir stuðlar hjá felagnum. -Og uttan sovorin fólk, sum taka stór tøk fyri felagið, so hevði tað verið ómetaliga trupult at rikið FC Suðuroy, sigur Julius Vest Joensen formaður – sum leggur afturat, at okur í nevndin eru av hjartanum takksomu fyri stuðulin frá Páll og Torgerð.
Facebook viðmerkingar