Lærari til Miðnámsskúlan í Suðuroy

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara at byrja á skúlanum 1. februar 2019. Vit søkja eftir lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum: Landafrøði og støddfrøði. Talan er um umleið trífjórðingsstarv í alt.

Møguleiki er at søkja um fast starv næsta skúlaár.

Setanar- og lønartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@skulin.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. januar 2019 kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan, á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni www.midnam.fo 

Miðnámsskúlin í Suðuroy

Facebook viðmerkingar