Dagrøktari til ansingarøkið hjá Tvøroyrar kommunu

Søkt verður eftir einum dugnaligum dagrøktara til ansingarøkið hjá Tvøroyrar kommunu at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið 

Sum dagrøktari ansar tú børnum í egnum heimi. Uppgávan er at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag, við t.d at stimbra teirra hugflog og menna teirra sosialu førleikar ígøgnum spæl og samspæl við onnur. Vit leggja stóran dent á tað rørsluliga í tí dagliga, tí tað er har grundarsteinurin fyri menning verður lagdur. 

Førleikakrøv

Vit leggja stóran dent á teir persónligu eginleikarnar hjá tí sum settur verður sum dagrøktari. Tú skalt hava hegni og hugflog at arbeiða við menningini hjá tí einstaka barninum, sum skal byggjast á heildarfatanina hjá barninum, har umsorgan, spæl og mentan eru ein heild.

  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan barnaansingarøkið
  • At tú hevur góðar umstøður, at ansa børnum bæði inni og uttanfyri
  • At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymum
  • At tú vísir virðing fyri børnunum, foreldrum og starvsfeløgum
  • At tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir
  • At tú ert tolin og vísur umsorgan
  • At tú megnar at geva børnunum ein mennandi og áhugaverdan gerandisdag
  • At tú dugir at síggja møguleikar heldur enn forðingar
  • At tú megnar at lesa og viðgerða námsfrøðiligt tilfar
  • At tú hevur eitt roykfrítt og allergivinarligt heim.

Vit bjóða

  • Eitt sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, við góðum lønar- og setanarviðurskiftum
  • Eitt áhugavert og lívsjáttandi starv, har tú í stóran mun leggur arbeiðsdagin til rættis
  • Arbeiði í egnum heimi
  • Góðar starvsfelagar
  • Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og starvsfólk
  • Vit kunnu bjóða tær eitt starv, í tryggum og góðum arbeiðsumstøðum og gera vit okkara til, at øll trívast í tí dagliga
  • Sum dagrøktari hevur tú tætt samstarv við foreldur, leiðslu og námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Tvøroyrar Kommunu

Løn- og setanartreytir

Setanarøkið er Tvøroyrar Kommuna.

Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Umsóknin saman við møguligum prógvum og viðmælum, umframt revsuváttan, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16.01.2019,  kl 12.00

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Marit Poulsdóttir á tlf: 281339 / 611087

Umsóknin skal sendast via post ella teldupost til:

Tvøroyrar Kommunu

Dagrøktarskipanin

Tvørávegur 37

800 Tvøroyri

Stílað Marit Poulsdóttir, dagrøktarleiðara

Ella við telduposti til marit@tvoroyri.fo

Facebook viðmerkingar