U-16 gentulandsliðið, sum á heimavølli skal taka ímóti Finnlandi, Danmark, Svøríki, Íslandi og Írlandi er nú endaliga úttikið.
EM-kapppingin verður í Stórhøllini á Hálsi, og verður fyrsti dysturin leiktur klokkan 8,30 fríggjamorgunin 4. Januar 2019. Øll liðini koma til landið við Atlantic Airways hósdagin, og gista á Hotel Føroyum.
Liðini eru býtt í tveir bólkar, og eru Føroyar í bólki saman við Danmark og Írlandi.
Í hinum bólkinum eru Finnland, Svøríki og Ísland.
Fríggjdagin skulu Føroyar spæla tveir dystir:
kl. 15.00 Føroyar – Írland
kl. 19.30 Danmark – Føroyar
Hinir dystirnir fríggjadagin eru hesir:
kl. 8.30 Finnland – Ísland
kl. 10.30 Danmark – Írland
kl. 13.00 Svøríki – Ísland
kl. 17.30 Finnland – Svøríki
Hildið verður síðani áfram við hálvfinalum og finalum leygardagin og sunnudagin.
Allir dystirnir verða stroymdir – um hetta er nærri kunnað um á www.fbf.fo
Úttiknu leikararnir eru:
TB:
Bjarta Sørensen
ÍF:
Nicola Toftegaard
KÍF:
Milja Silvansdóttir
Kristianna Bartalsdóttir
Dráttur:
Paula Nattestad Joensen
Kristina Louisa Thomassen
SÍ:
Anja Sólja Niclasen
Bára Jansdóttir
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Rannveig Rós Joensen
Sofía Weihe Simonsen
Tóta Búadóttir
Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.
Facebook viðmerkingar