Nú onkur tinglimur vísir ónøgd við staðsetingina av smoltstøðini hjá Bakkafrosti í Suðuroynni, vil eg fegin undirstrika, at eg eri ógvuliga fegin um, at smoltstøðin er staðsett í Ónavík. Hetta áttu allir suðuroyingar, eftir mínum tykki, at fegnast um.
Tað hevði verið harmuligt, um ongin smoltstøð bleiv bygd í oynni. Tí tað er av alstórum týdningi fyri Suðuroynna og allar Føroyar, at stóru íløgurnar og virðini verða javnað um alla oynna og allar Føroyar.
Tað er ein góð staðseting, sum Bakkafrost hevur valt at byggja sína smoltstøð, og tað eiga allir suðuroyingar sjálvandi at standa saman og fegnast um.
At borgarstjórin á Tvøroyri enn einaferð legst eftir sínum egnu borgarum á Tvøroyri og teimum, sum hava hjálpt og stuðlað honum í áravís, tað er harmuligt og tíverri onki at gera við.
Politiskt hava vit tikið stór tøk fyri at tryggja enn meiri støðugt arbeiði í Suðuroynni, tá ræður um at virka laks. Vit fingu broytt lógina soleiðis, at laksur aldur í oynni, eisini skuldi virkast í oynni. Staðsetingina av smoltstøðini eigur sjálvandi Bakkafrost, og er tað eisini Bakkafrost, sum fíggjar hesa stóru íløgu, sum vónandi fer at tryggja varandi arbeiði innan laksaaling í Suðuroynni og aðrastaðni í Føroyum, og sum víðari fer at menna sterku støðuna, sum føroyski laksurin hevur á alheims marknaðinum.
Lat okkum eisini fegnast um risastóru íløgurnar, sum Varðin hevur gjørt og ger í Suðuroynni. Tvær av størstu fyritøkunum í Føroyum gera íløgur fyri hundraðtals milliónir í Suðuroynni. Tá tílíkar fyritøkur trúgva uppá eina bjarta framtíð í oynni, kunnu suðuroyingar eisini trúgva uppá eina bjarta framtíð í oynni.
Vónin birtist og vit trúgva uppá Suðuroynna!
Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin
Facebook viðmerkingar