Jón Krosslá Poulsen til HB

Ein suðuroyingur afturat hevur nú gjørt sáttmála við felag norðanfjørðs, nú Jón Krosslá Poulsen fer til HB.

HB skrivar soleiðis:

Vit styrkja um venjarahópin

Tað er langt síðani, at hann seinast var í einum HB-búna, men komandi kappingarár verður kanska høvi at síggja hann í reyð/svørtum aftur.

Felagið hevur gjørt sáttmála við Jón Krosslá Poulsen, sum skal vera hjálparvenjari hjá 1. deild og U21-hópinum.

Umframt at læra okkara ungu av sínum fótbóltskynstrum, fer Jón eisini at spæla við 1. deild. Í fjør spældi hann 19 dystir í Betrideildini, í fyrru helvt fyri 07 Vestur og seinni fyri felagsliðið í Suðuroy. Hann hevur tilsamans spælt 222 dystir í Betrideildini síðani fyrsta dystin fyri VB 12. septembur 2004.

Við hesum er venjarahópurin hjá 1. deild og U21 komin upp á pláss, við Aleksandar Jovevic sum høvuðsvenjara. U17 venur eisini saman við teimum, har Ransin Napoleon Djurhuus er venjari, so tilsamans hava vit eitt gott og sterkt venjaratoymi at taka okkum av unglingum okkara.

Facebook viðmerkingar