Føstulávintstiltak í Miðlatúni

Føstulávintstiltak við tónleiki, bollum, kakao & maskum í Miðlatúni í Vági fyri vaksin og børn.

Sunnudagin 3. februar kl. 14.30-16.30
Vit hoyra um føstulávint, hvat tað upprunaliga merkti og hví vit halda henda sið.

Høvi býðst at gera sær sína egnu masku. Hav tilfar við, sum tú vilt brúka t.d. papp, toy, glimmur, fjarðar ella annað, umframt elastikk, saks og lím evt. nál og tráð.

Tónleikur við Lív í Baianstovu, guitar og munnhørpu og Ari Bjarkason klarinet.

Føstulávintsbollar og kakao til øll.

Kostnaður 50,- kr. vaksin og 30,- kr. børn

TILMELDING: Seinast fríggjadagin 1. februar kl. 12 á tlf. 239391 ella á teldupost – byarbokasavn@vagur.fo

Hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar