Fleiri av okkara grannalondum hava seinnu árini gjørt av, at tilboðið eisini eigur at fevna um dreingir.
Eftir ætlan fáa dreingir, sum eru 12 ár, tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV í summar. Játtan er á fíggjarlógini fyri 2019 til endamálið.
Málið um HPV-koppseting til dreingir hevur javnan verið á breddanum, síðani tilboðið til gentur varð sett í gildi í 2009. Hjá gentum er koppsetingin serliga fyri at sleppa undan lívmóðirhálskrabba seinni í lívinum.
Fleiri av okkara grannalondum hava seinnu árini gjørt av, at tilboðið eisini eigur at fevna um dreingir, tí koppsetingin vísir seg at hava fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum eisini, bæði í mun til ávís sløg av krabbameini og aðrar sjúkur, skirvar Heilsu- og innlendismálaráðið.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum fegnast um, at Løgtingið hevur samtykt at játta pening til at víðkað tilboðið í Føroyum. Í summar fáa 12 ára gamlir dreingir sostatt tilboð um at verða koppsettir ókeypis fyri HPV. Ætlan skal eisini gerast fyri, hvussu dreingir, ið eru eldri enn 12 ár, somuleiðis kunnu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV.
Gongur nógv betri at fáa gentur at koppseta seg
Í Føroyum fóru vit undir at koppseta gentur fyri HPV ókeypis tann 1. januar 2009. Byrjað varð við gentum, sum vóru fyltar 14 ár, og seinni varð tilboðið víðkað til gentur niður í 12 ár. Eins og í Danmark fall talið av gentum, ið lótu seg koppseta, ógvusliga í nøkur ár, men nú tykist gongdin verða vend.
Í fjør vóru tað 409 gentur, sum fingu fyrstu koppseting fyri HPV. Hetta er á leið sama tal, sum tey fyrstu árini, ið tilboðið varð tókt. Í 2016 vóru tær bara 96.
Facebook viðmerkingar