Vágs kommuna: Í samband við at Vágs kommuna hevur yvirtikið Páls Høll varð undan jólum søkt eftir leiðara til Páls Høll. Og nú hevur Vágs kommuna sett Jens Petur Brattalíð í starv sum leiðari í Páls Høll.
Jens Petur Brattalíð hevur síðan í oktober 2017 verið leiðari í Marghøllini í Vági. Áðrenn hetta var Jens Petur samferðsluleiðari og samferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins. Jens Petur hevur eisini royndir sum hallarleiðari í Vágs Høll, umframt at hann hevur drúgvar royndir sum samskipari innan ítrótt.
Ongin ivi er um, at vit við Jens Petur Brattalíð hava fingið ein sera dugnaligan og royndan leiðara av Páls Høll, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Facebook viðmerkingar