Arbeiðsloysið minkar alsamt og er nú 1,3%

Hagstova Føroya: Í novembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,3%, samanborið við 2,2% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 368 persónar í, tað eru 247 færri enn sama mánað í fjør. Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,2% samanborið við 4,7% sama mánað í fjør.

Les meiri her: http://www.hagstova.fo/fo/tidindi/2019/01/arbeidsloysid-minkad-nidur-i-13

Facebook viðmerkingar