Oyrarnar vorðnar eitt spennandi aktiv

Vágs kommuna: Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at geva økjum í kommununi eina “andlitslyfting”, arbeitt við at fríðka og rudda økir kring um í kommununi. Eitt av økjunum, sum er nógv broytt seinastu árini er økið á uttaru Oyrunum.

Á uttaru Oyrunum eru seinastu árini farnar fram stórar broytingar.

Fyri smáum 10 árum síðani vóru uttaru Oyrarnar meiri líkar einum ruskplássi við bilvrakum, oyðiløgdum bingjum, sundirskornum aliringum, einari rúgvu av óbrúkiligum amboðum, rúgvum av mold og gróti – sum vóru samanblandaðar við m.ø. virkseminum á betonblandistøðini og skipaðum goymslum í bingjum.

 

Greinin heldur áfram undir myndini

Í 2012 varð farið undir at rudda ein part av økinum inni á Oyrunum, soleiðis at Páls Høll kundi byggjast. Tað byggjaríið fór ígongd seint í 2012. Síðani er nógv hent á uttaru Oyrunum.

Á heysti í 2015 varð Páls Høll tikin í nýtslu.
Á heysti í 2016 varð útbyggingin á Vágsverkinum liðug.
Í 2017 varð farið undir at rudda alt økið, samstundis sum betonblandistøðini varð flutt.
Á vári í 2018 varð Marghøllin tikin í nýtslu.
Og á heysti í 2018 varð økið gjørt klárt til Bakkafrost, sum tá eisini fór undir at gera stórar aliringar inni á Oyrunum.

Økið á uttaru Oyrunum er sostatt nógv broytt. Alt óruddið, sum fleyt um alt økið er burturi og nýggir bygningar og nýggj virkisøkir eru nú partur av gerandisdegnum á uttaru Oyrunum. Hvønn dag hava nógv fólk dagliga gongd á uttaru Oyrunum, antin til arbeiðis ella fyri at njóta løturnar í Páls Høll ella Marghøllini.

Facebook viðmerkingar