Kundi tú hugsa tær at veri við í einum lesiringi? Nú er møguleikin her.
Um nóg stór undirtøka verður, fara vit at skipa fyri lesiringi í vetur á Vágs býarbókasavnið. Ætlanin er at byrja mánadagin 25. februar 2019 kl. 20, á Vágsvegi 57.
Liggur tað ikki fyri hjá tær júst tá, men kundi tú hugsa tær eitt annað tíðspunkt, kanst tú kontakta okkum og siga, nær tað liggur best fyri hjá tær.
Tilmelding: Tlf. 239391 ella byarbokasavn@vagur.fo
Vit fara ikki at tulka og greina. Einasta fortreyt er, at tú hevur hug at lesa og kundi hugsa tær at práta við onnur um tað, tú hevur lisið í einum hugnaligum umhvørvið afturvið einum drekkamunni og onkrum góðum afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Facebook viðmerkingar