FINA váttaði nú seinnapartin í skrivi til Svimjisamband Føroya, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2019 er góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM 2019 í Suðurkorea.
Harvið kunnu vit nú aftur í ár bjóða svimjarum at royna eftir HM-kravtíð í Føroyum, enntá nú undir eftirliti av okkara egnu altjóða góðkendu dómarum og startarum.
Støðan er longu kunngjørt eisini á listanum hjá FINA yvir úttøkustevnur til hetta HM, sum verður í Gwangju í Suðurkorea hin 12. til 28. juli 2018, við kappsvimjing í svimjihyli hin 21. til 28. juli. Listin er rættiliga langur, tó bara við éinari úttøkustevnu í Danmark, og éinari í Føroyum.
Vit í SSF eru sjálvsagt pávastolt um hendan heiður, nú vit sleppa at lata FM vera eisini úttøkustevna til HM, og enntá kunnu uppfylla treytirnar við egnum dómarum. Ikki so at skilja, at vit ikki kundu funnið uppá at bjóða onkrum útlendingini hendan vegin, sum í fjør; men gott at vita at tað er ikki alneyðugt, skrivar SSF.
FM á langgeil 2019 verður í Vági hin 26. til 28. apríl 2019.
Facebook viðmerkingar