Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til Tvøroyrar kommunu at byrja skjótast møguligt.
Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár. Arbeiðsøkið verður í høvuðsheitum í Trongisvágs skúla, men viðkomandi, ið settur verður, skal eisini kunna flytast til aðrar stovnar ella bygningar undir Tvøroyrar kommunu, um tørvur verður á tí. Starvið er normerað til 3,5 tímar um dagin mánadag til fríggjadag.
Lønin er smb. sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknir skulu sendast til:
Tvøroyrar kommuna
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
ella umvegis teldupost tvoroyri@tvoroyri.fo.
Umsóknir við revsiváttan skulu vera kommununi í hendi innan 22.02.2019 kl. 12.00.
Facebook viðmerkingar