Landsverk skipaði fyri fundi í dag kl. 13, har tilboðini til bygging av nýggja Hvalbiartunlinum vórðu latin upp. Tvey tilboð komu inn frá tveimum av teimum trimum undangóðkendu arbeiðstakarunum.
Lægsta tilboðið hevði Articon/LNS, sum vildi gera arbeiðið fyri umleið 236 mió. krónur. Hægsta tilboðið hevði J&K Petersen, ið vildi gera arbeiðið fyri umleið 318 mió. krónur.
Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg tætt við brúnna um Kjógvavatn.
Landsverk, ið er byggiharri, og LBF, ið er ráðgevi, fara nú undir at kanna tilboðini og síðani taka støðu til tey. Kostnaðarmetingin av útreiðslunum hjá arbeiðstakaranum er mett til umleið 242 mió. krónur.
Facebook viðmerkingar