Tíðaravmarkað starv sum fíggjarleiðari hjá Vágs kommunu

Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Vágs kommunu at byrja skjótast tilber og tvey ár fram.

Fyri ein, ið kundi hugsað sær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv, ið setur stór krøv til tann menniskjaliga og fakliga førleikan, er hetta tað rætta starvið.

Talan er um eitt áhugavert fulltíðarstarv og fevnir um at fyrisita m.a.:

  • fíggjarligar greiningar, hagtøl v.m. sum grundarlag fyri fíggjarstýring.
  • uppseta mánaðar- og ársroknskapir og fíggjarætlanir.
  • dagliga bókhalds-, roknskapararbeiði og avstemming.
  • lønarbólkhald.
  • umsita og avstemma ognara- og skuldarabókhaldið.
  • ábyrgd av at innkrevja útistandandi.
  • fíggjarstýra lán og innistandandi.
  • menna mannagongdir og edv v.m. á fíggjarliga økinum.
  • ráðgeva í fíggjarligum viðurskiftum.
  • annars alt vanligt skrivstovuarbeiði.

Útbúgving og royndir
Vit vænta at tú:
– Hevur viðkomandi útbúgving.
– Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum bæði í skrift og talu.
– Leiðsluroyndir umframt royndir við fíggjarstýring í almennari umsiting verða mettar sum fyrimunir í samlaðu metingini.
– Góðan telduførleika.
– Kunnleiki til Navision kann verða ein fyrimunir.

Persónligir eginleikar
Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar:
– Ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni.
– Ert framsíggin, ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
– Vera før/-ur fyri at ganga á odda, taka avgerðir og leggja øðrum lag á, bæði í góðum, og tá ið á stendur.
– Ert siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing.

Setanarviðurskifti
Starvið sum fíggjarleiðari verður lønt sambært sáttmála millum KAF og BLF, AKF ella starvsmannafelagið. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til borgarstjóran. Dagliga arbeiðsplássið er á kommunuskrivstovuni í Vági. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Dennis Holm, borgarstjóra á tlf. 239304 ella skriva teldupost til dennis@vagur.fo.

Umsókn
Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 12. Mars 2019 kl. 12:00.

Umsóknir skulu sendast talgilt / við teldupost til:

vagur@vagur.fo
Viðmerk: “Fíggjarleiðari”

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Facebook viðmerkingar