North Atlantic Seafood ein spennandi nýggj fyritøka í Vági

Vágs kommuna: Í dag vitjaði umboð fyri North Atlantic Seafood á kommunuskrivstovuni í Vági, har Dennis Holm, borgarstjóri og Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini tóku ímóti saman við Hans Jacob Bech, havnameistara, og Fróða Mortensen, tekniska leiðara.

Borgarstjórin bjóðaði teimum trimum, Alex Vilhelm, Finnbjørn Poulsen og Martin Hentze vælkomnum og fegnaðist eisini um, at ein nýggj pelagisk fyritøka er stovnað í Vági.

– Tíverri kunnu vit bara staðfesta, at tað síðan 2010 eru tað blivin eini 250 størv burturi innan fiskivinnuna á landi og sjógv í Vági. So bæði býráðið og øll í kommununi taka sera væl ímóti, at North Atlantic Seafood nú er við at fyrireika nýtt virksemi á havnarlagnum í Vági, segði Dennis Holm, borgarstjóri.

Teir tríggir greiddu frá, at North Atlantic Seafood hevur arbeitt miðvíst við at fáa marknaðaratgongd til nýggjar spennandi marknaðir, har svartkjaftur, makrelur og sild verða virkaði til matna. -Talan er eisini um nýggj spennandi produkt, sum ikki verða framleidd í Føroyum í løtuni og síggja vit stórari møguleikar í víðari virking av svartkjafti, makrel og sild.

North Atlantic Seafood hevur spennandi ætlanir fyri framman og tá gongd er komið á framleiðsluna, ferð virksemi væntandi at føra við sær arbeiði til eini 80 fólk.

Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini, bar teimum trimum heilsu og gleðist um nýtt virksemi á havnarlagnum í Vági og ynskti teimum eisini bestu eydnu í komandi tíðum.

Facebook viðmerkingar