Ferðaleiðaraskeið í Suðuroynni

Sum partur av ferðavinnumenningini í Suðuroynni verður nú boðið inn til ferðaleiðaraskeið. Tað er sera umráðandi at fáa fleiri ferðaleiðarar í Suðuroynni, tí ferðaleiðararnir eru okkara andlit og álit, tá ferðafólk vitja okkum.

CommIT skipar vegna kommunarnar í Suðuroynni eitt ferðaleiðarskeið, sum byrjar 16. mars og er hvønn fylgjandi leygardag seks vikur fram til og við 20. mars.

Kommunurnar í Suðuroynni stuðla skeiðinum, sum tí bert kostar luttakarunum úr kommununi 2.000 kr.

Skeiðið verður hildið, um í minsta lagi 12 tekna seg til luttøku.

Tilmelding á commit@commit.fo í seinasta lagi 12. mars 2019.

Facebook viðmerkingar