Seinastu tíðina hevur í fleiri førum verið ført fram, at onki er hent í Suðuroynni hetta valskeiðið og onkur hevur enntá skrivað, at samgongan sløkkir vón í Suðuroynni. Retorikkurin frá andstøðupolitikkarum í løgtinginum hevur eisini verið á somu kós, men hetta er ikki heilt í tráð við veruleikan.
Gamaní eru tað nógv, sum eru skuffaði um, at Fámjinstunnilin ikki kom ígongd í fjør. Fleiri eru eisini ørkymlaði um, at Hvalbiartunnilin, sum er, ikki verður best gjørliga loysnin. Men lat okkum ikki gloyma, at tað eru gjørd stór framstig í Suðuroynni seinastu 4 árini og hetta er eisini sera sjónligt í oynni.
Á útbúgvingarøkinum eru nógvar nýggjar játtanir og uppraðfestingar.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur fingið væl størri rakstrarjáttan. Játtan er eisini til at gera íløgur í skúlabygning, so umstøðurnar hjá Ítróttaháskúlanum verða enn betur – og seinastu detaljurnar eru við at verða avgreiddar í Mentamálaráðnum, so kann farast ígongd. Størri rakstrarjáttan hevur eisini ført við sær, at næmingatalið er økt og víðkað er um starvsfólkahópin.
Eftirskúlin í Suðuroy hevur seinastu árini fingið játtan á Fíggjarlógini, og nú sær út til at verulig gongd kemur á. Hetta fer í ár at skapa fleiri nýggj størv í Suðuroynni, eisini til útbúgvin fólk.
Serskúlaøkið innan fólkaskúlan er í samstarvi við Mentamálaráðið av álvara uppraðfest í Suðuroynni. Uppraðfestingin hevur ført við sær, at talið av starvsfólkum innan skúlagátt í Suðuroynni er vaksið munandi seinastu 2-3 árini.
Á heilsuøkinum eru eisini gjørd stór framstig í Suðuroynni, og var hetta eisini tiltrongt eftir at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd undir seinastu samgongu.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur helst ongantíð verið so nógv virksemi sum í løtuni – játtanir eru hækkaðar og hetta avspeglast í virkseminum. Fleiri læknar eru settir í starv, fleiri serøkir eru nú á sjúkrahúsinum og av somu orsøk væl fleiri innleggingar úr øllum landinum. Nýggj pínuklinikk er stovnað og við tí fleiri nýggj størv til fólk við hægri útbúgvingum. CT Skannari er við at verða settur upp og nýggj røntgen kemur í ár.
Økispsykiatri er eisini sett á stovn í Suðuroynni og við tí hava borgarar í oynni eisini fingið nýggjar tænastur, og ikki minst eru fleiri nýggj størv til útbúgvin komin við Økispsykiatriini.
Infrakervið í Suðuroynni hevur eisini verið á dagskránni hjá hesari samgonguni.
Íløgur í betringar av eystaru atløgubryggjuni á havnarlagnum á Krambatanga, íløgur í vegakervið út til Froðbiar, í ferðslutrygd í Hvalba og í Líðini í Vági, og í dagføringar í Sumbiartunnlinum kunnu takast úr rúgvuni.
Ikki minst, so hevur sitandi samgonga sett pening av til Hvalbiartunnilin, sett verkætlanina ígongd og farið verður undir at bora í ár (best hevði tó uttan iva verið at linjuføringin varð broytt eitt sindur). Og ja, tað var ómetaliga harmiligt, at gongd ikki kom á Fámjinstunnilin.
Á vinnuliga økinum eru heilt avgerandi politisk stig tikin Suðuroynni at frama.
Nýggja alilóggávan, har kravt verður at fiskur aldur í Suðuroynni skal kryvjast og virkast í Suðuroynni, er helst ein av týðandi fortreytunum fyri økta virkseminum á landi hjá Bakkafrost í oynni. Økta virksemi hjá Bakkafrost í Suðuroynni hevur og fer eisini at føra við sær eina framhaldandi øking í starvsfólkatalinum. Og íløgurnar, bæði í kryvjivirkið í Vági, smoltstøð í Ónavík og landsstøð í Hvalba fara eisini at merkjast aftur í byggivinnuni í Suðuroynni.
Á fiskivinnuøkinum hevur Suðuroyggin, eins og onnur økir kring landið, fingið nýggjar møguleikar við fiskivinnunýskipanini.
Skipanin við menningarkvotum letur upp fyri, at økt virksemi kann skipast í økjum, sum seinnu árini ikki hava havt stórvegis virksemi innan fiskivinnuna. Kravið er sjálvsagt, at hesi økini megna at skipa góðar verkætlanir. Uttan menningarkvoturnar, so var hetta ikki gjørligt.
Hesin nýggi møguleikin stendur sum vera man í stórari andsøgn til tað skipanina, sum undanfarna samgonga hevur vart. Ein skipan har “verandi aktørarar” einsamallir skuldu “eiga føroyska fiskitilfeingi” – einsamallir hava t.d. alla økingina í veiðuvirðinum á pelagiskum fiski, sum er farin frá 530 milliónir kr. í 2008 til 1,7 milliardir kr. í 2018 – ongin annar skuldi sleppa framat.
Jú, í Suðuroynni verður tikið væl ímóti møguleikanum at býta virðini í samfelagnum javnari – eisini á fiskivinnuøkinum.
Stóra avbjóðingin í Suðuroynni – og eisini hjá hesari samgonguni – er, at Suðuroyggin undanfarin ár ikki hevur havt nakra serliga raðfesting, hóast stóru avbjóðingarnar í Suðuroynni ikki eru nýggir.
Hóast tað eru gjørd nógv góð og mennandi tiltøk og átøk fyri Suðuroynna seinastu 4 árini, so skal so ómetaliga nógv meiri til – tí kennist tað kanska hjá nógvum okkara, sum at tað er hent ov lítið í Suðuroynni seinastu 4 árini.
Veruleikin er tó, at vit eru á røttu kós og ganga bæði eitt og fleiri fet rætta vegin hvønn dag.
Í Suðuroynni mugu vit tó ikki gloyma, at onki kemur av sær sjálvum og at tað liggur stór ábyrgd á okkum øllum at virka fyri menning og mennandi átøkum í økinum. Landið verður sjálvsagt ein viðspælari, eins og tey hava verið seinastu fýra árini.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar