Magni Mohr, sum er dekanur og lektari í heilsuvísindum á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, er júst tilnevndur professari innan úrvalsfótbólt á Syddansk Universitet, deildini, sum eitur Institut for Idræt og Biomekanik.
Tað boðar Syddansk Universitet frá í tíðindaskrivi, sum er sent út í dag umvegis Ritzau.
Universitetið fegnast um, at gransking í úrvalsfótbólti á Syddansk Universitet nú verður styrkt við Magna Mohr atknýttum.
Magni verður lýstur sum ein altjóða viðurkendur granskari í arbeiðsfysiologi, sum hevur skrivað langt yvir hundrað vísundaligar greinar. Hann er millum heimsins leiðandi granskarar innan fótbólt og venjing av fótbóltsspælarum.
Facebook viðmerkingar