Tvey boð komu inn uppá at gera vindmyllulund í Porkeri, sum hevði freist fríggjadagin. Boðini komu frá SEV og hollendska vindmylluframleiðaranum EWT.
Eg fegnist um, at áhugi er frá fleiri at seta nýggja framleiðsluorku upp, tí virkin kapping er avgjørt til fyrimuns fyri brúkaran. At vit nú fáa 6 MW av nýggjari vindframleiðslu upp er eitt jaligt stig fyri Suðuroynna, Føroyar og grønu kósina í heila tikið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum.
Seint í summar er freist at bjóða uppá uppaftur fleiri vindmyllur. Tær verða settar upp á Eiði, og eg vóni og vænti eisini áhuga fyri tí útboðnum, sigur Sirið Stenberg.
Hesi bæði útboðini fara at økja vindorkumáttin frá teimum verandi 18 MW upp á góð 40 MW.
Facebook viðmerkingar