Nú januar og februar eru farnir afturum kann staðfestast, at vøksturin í persónsskattainntøkunum í januar hevur hildið áfram inn í februar.
Tilsamans høvdu kommunurnar í Suðuroynni eina meirinntøku í persónsskatti fyrstu tveir mánaðirnar í 2019, samanborið við 2018, á umleið 2,7 mió. kr.
Størsti vøksturin er í Hovs kommunu, har inntøkurnar vuksu við 32,96% fyrstu mánaðirnar í 2019 – í krónum er talan um 138.469 kr. Eisini í Sumbiar kommunu er stórur vøkstur, 27,19% – ella 386.902 kr.
Minsti vøkstur er í Fámjins kommunu, sum hevði ein vøkstur á 0,16%, men hædd skal takast fyri, at Fámjins kommuna í 2019 hevur eitt skattaprosent á 17% í mun til 19% í 2018.
Í Porkeris kommunu vukus inntøkurnar við 15,07% – ella 206.580 kr.
Í Tvøroyrar kommunu við 11,08% – ella 986.009 kr.
Í Vágs kommunu við 10,93% – ella 722.765 kr.
Í Hvalbiar kommunu við 7,20% – ella 247.807 kr.
Mynd: Eileen Sandá
Facebook viðmerkingar