Avgreiðslufólk til Betri Banka á Tvøroyri

Vit sóknast eftir einum jaligum, fyrikomandi og effektivum starvsfelaga at starvast á deildini á Tvøroyri.

Í starvinum sum kundaavgreiðslufólk verður dentur lagdur á kundasamskifti og ábyrgdarkenslu.

Uppgávurnar hjá avgreiðslufólkinum eru m.a.:

  • ábyrgd av avgreiðsluni og kassanum
  • kundaráðgeving við diskin
  • netbankasupport
  • ymiskar ad hoc-uppgávur

Roknast kann við einum ávísum arbeiðstrýsti, eins og tað til tíðir kann verða neyðugt at leggja eyka orku í starvið.

Persónligir eginleikar

Vit vænta at tú ert er jalig/ur og hevur hug og evni at arbeiða við kundum. Tú dugir bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, dámar at hava við fólk at gera, er uppsøkjandi og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Fakligir førleikar

Peningastovnsútbúgving er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Róin Schrøter, leiðara á Tvøroyri á telefon 348170 ella Fanny Petersen, HR-leiðara á telefon 348530.

Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2019.

Facebook viðmerkingar