Sunnudagin byrjar Betri-deildin í fótbólti og í fyrsta umfari tekur TB ímóti AB við Stórá. Dysturin byrjar kl. 15.00.
TB skrivar á heimasíðuni, at í mun til felagsliðið í fjør, so verða einans málmaðurin Milos Budrakovic, Poul Ingason, Dánjal Godtfred, Stefan Radosavjlevic og John Villi Wøldike við í hópinum sunnudagin.
TB hevur tó styrkt um hópin við Ndende, sum seinasta var í felagnum í 2016. Eisini er styrkur komin úr Serbia, Veljko Vukovic á miðvøllinum og Ivan Ivanovic í álopið. TB hevur eisini fingið unga HB’aran Tórmóður Petursson Djurhus at spæla við liðnum. Afturat hesum hava nakrir leikarar tikið skógvarnar av hyllini aftur, teir eru Petur Mortensen, Carl Bech og Aron Sørensen. Páll Heri Nolsøe, ið mest hevur leikt fyri næstbesta liðið, venur eisini saman við besta liðnum.
Zoran Pavlovic úr Serbia er venjari hjá TB.
Facebook viðmerkingar