Kristin Michelsen er koyrdir úr Javnaðarflokkinum, váttaði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum fyri útvarpinum hjá KVF á middegi.
Sostatt endar málið millum Kristin Michelsen og Javnaðarflokkin, sum byrjaði í januar í 2018, tá Kristin Michelsen boðaði frá, at hann ikki stuðlaði samgonguni longur, men vildi taka støðu frá mál til mál. Hugsandi er, at málið um misálitið á Rigmor Dam, har Kristin Michelsen ikki atkvøddi ímóti misálitinum, eisini hevur skundað undir, at Kristin Michelsen nú er koyrdir úr Javnaðarflokkinum.
Við hesum er eisini greitt, at Kristin Michelsen, sum á seinasta løgtingsvali varð valdur fyri Javnaðarflokkin og fekk 302 persónligar atkvøður, ikki verður at síggja á Javnaðarlistanum til komandi løgtingsval.
Facebook viðmerkingar