Ítróttaháskúlin nýggja heimasíðu

Ítróttaháskúlin í Suðuroy, sum helst er millum kendastu skúlar í landinum, hevur nú dagført heimasiðuna og almannakunngerð nú nýggja heimasíðu á www.his.fo

Á heimasíðuni ber til at kunna seg um Ítróttaháskúlan og sjálvsagt eisini at melda seg til komandi skeið á Ítróttaháskúlanum. -Og áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúla er stórur, sigur Guðmundur Joensen, leiðari, sum leggur afturat, at tað eru heilt nógvar tilmeldingar bæði til heystskeiðið komandi og til skeiðini í 2020.

Sum nakað nýtt fer Ítróttaháskúlin í summar eisini at hava summarskeið. Meiri kann lesast um tað á heimasíðuni her

https://www.his.fo/

Facebook viðmerkingar