Sum kunnugt hevði ArtiCon bíligasta tilboðið uppá at gera nýggjan Hvalbiartunnil. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, segði, at tað er nærum klárt at undirskriva sáttmála við ArtiCon. Og á fundinum í SALT í dag greiddi Jón Sigurdson, stjóri í ArtiCon, frá hvussu arbeiðið ætlandi fer at verða skipað.
Stjórin í Articon greiddi frá, at fyrsta tíðin fer til fyrireiking, til at bíleggja amboð og útgerð. Gera alt arbeiðsplássið klárt og gera allar installatiónir klárar. Ætlanin er at hetta arbeiðið skal byrja sum skjótast, helst í apríl/mai mánað.
Ætlanin er so at byrja spreingiarbeiði í august/september mánað. Ætlanin er gongd skal koma á sjálvt tunnilsarbeiðið í november og tað tekur væntandi 10-12 mánaðir at bora ígjøgnum.
Bora verður frá Hvalba, tí tunnilin hevur eitt lítið hall ímóti Hvalba. -Og tá tunnilin er lutfalsliga stuttur, verður bara bora frá einari síðu. Øll stóra útgerðin fer at verða fraktað við skipið til Hvalbiar.
Við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin verður eitt stórt arbeiðsøkið á 14.000 fermetrar til byggipláss og goymslu. Og av tí at tunnilin liggur inni í dalinum, so verður bygt økið í lítlan mun ávirkað av tunnilsarbeiðinum.
Sambært tíðarætlanini, skal Hvalbiartunnilni avhendast 31. jan 2022. Jón Sigurdson leggur tó afturat, at teir, eins og við Viðareiðistunnlinum hava ætlanir um at handa tunnilin áðrenn tíð.
Facebook viðmerkingar