Pálmasunnudag, 14. apríl kl. 17, fara sangarar úr Kirkjukórinum Ljómi og úr kórinum í Langenæs kirkjuni í Aarhus at framføra eitt vakurt páskaoratorium.
Tey bæði, skaldið og presturin, Lisbeth Smedegaard Andersen og organisturin og tónaskaldið, Erling Lindgren, hava í felag skrivað nýggja páskaoratoriið:
På vinger af håb – oratorium over Jesu ord på korset.
Hetta er aðru ferð, at kórini bæði framføra hetta verkið.
Dorte Tilma, organistur í Langenæs kirkjuni, stendur fyri kórleiðsluni. Hon er ikki ókend í Føroyum. Hon hevur stjórnað Ljómi, nú kórið í seinastuni ikki hevur havvt nakran fastan kórleiðara.
Tað er ikki hvønn dag, at sovorðið kórverk verður framført á okkara leiðum. Verkið er skrivað fyri tríggjar solorøddir, kór, floytu og orgul. Tónleikurin er latin í ein vakran, norðurlendskan, fólksligan og sangbaran búna.
Tí eru tríggir av satsunum felagssálmar, har kirkjufólkið syngur við.
”Lovsang”, ”Innreið í Getsemane” og ”Veingjasuð” hevur Niels Petur Nolsøe í Vági týtt til føroyskt.
Við myndamáli úr natúruni og fuglinum sum afturvendandi evni hevur Lisbeth Smedegard Andersen í orðum skapað eina poetiskt/teologiska endursøgn av páskasøguni um Jesu lív, líðing og deyða, og um fyrigeving og vónina, sum páskirnar hava at bera okkum øllum:
Tað suðið eg hoyrdi av veingjum í nátt,
av fuglum á leið móti norð,
tað ber várboð um páskir við sirmi og sól
og køvir øll vetursins spor.
Á Vónaveingjum verður framført:
í Vágs kirkju sunnudagin, 14. apríl kl. 17
í Langenæs kirkjuni 17. apríl kl. 17
Facebook viðmerkingar