Við einum 2-1 sigri ímóti FC Suðuroy við Stórá í kvøld hevur TB spælt seg víðari í Løgmanssteypinum. Royn tapti fyrr í dag 0-4 ímóti B68.
Í dystinum millum TB og FC Suðuroy legði Poul Ingason TB á odda 1-0 í 8. minutti. Í 62. minutti økti Nikolei Johannesen um støðuna til 2-0. Tveir minuttir seinni minkaði Dávid Lisberg um munin til 2-1. Hetta gjørdist eisini endaliga støðan.
Facebook viðmerkingar