Toppskjúttin heldur áfram

Búi Egilsson, sum í 2017 var toppskjútti hjá Suðuroyingum, hevur undirskrivað sáttmála fyri komandi kappingarár. Sostatt er greitt, at toppskjúttin heldur áfram á felags Suðuroyarliðinum.

Búi Egilsson gjørdi í 2017 11 mál fyri Suðuroyingar.

 

Suðuroyingar hava eisini gjørt sáttmála við Danjal Godtfred, Teitur K. Mortensen og Kára Jacobsen.

Facebook viðmerkingar