Í dag, fríggjadagin 17. nov., verður stór Futsal kapping í ítróttarhøllini í Trongisvági, sum er skipað í felag av TB, FC Suðuroy og Royn.
Tilsamans hava fleiri enn 90 leikarar meldað til Futsal kappingina, sum er fyri aldursbólkarnir frá 1996 til 2007.
Byrjað verður kl. 16.00 og er vegleiðandi skráin sum víst niðanfyri.
Fyrireikararnir heita á luttakarar um at møta í góðari tíð áðrenn kappingin byrjar, tá liðini verða býtt upp.
Luttøkugjald er 20 kr.
Facebook viðmerkingar