Kirvi, sum er kent fyri framúr góða vatninum bæði í tangum og á fløsku, kom í vikuni við nýggjari vatnfløsku við smaki, undir heitinum Pineapple & Lemon.
Á Kirvinum siga tey, at arbeitt hevur verið hesari nýggju vatnfløskuni við ananas og lemon smaki síðan í februar í ár og vit eru sera væl nøgd við úrslit.
Vit fegnast um, at okkara nýggja Pineapple & Lemon nú er komin í sølubúðirnar kring landið og móttøkan hevur eisini verið framúr góð, siga tey á Kirvinum.
Kirvi Pineapple & Lemon fæst eins og hinar vatnfløskurnar hjá Kirvinum í sølubúðum kring landið.
Facebook viðmerkingar