Syngið og dansið við á Hamragarði 2. mai

Sum vant byrjar Dansibandsfestivalinum við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði – hetta er eitt tiltak, sum Dansibandsfestivalurin skipar í samstarvi við Eldraátøkini hjá Vágs kommunu.

Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi.

Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.

Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar