TB framvegis á 7. plássi eftir javnleik á Argjum

Sunnudagin var TB á Argjum, har AB tók ímóti. Talan var um týðandi dyst fyri bæði liðini. AB við ynski um at minka um munin upp til niðurflytingarstrikuna, og TB við ynski um at leggja størri frástøðu til niðurflytingarstrikuna.

Tað vóru Argjamenn, sum byrjaðu betur. Og tá 7 minuttir vóru farnir, legði Bárður Olsen AB á odda 1-0.

Men við vandamikla TB-áleyparanum Luc Micheal Jeggo var støðug hóttan á AB málið. Tá 23 minuttir vóru farnir javnaði Luc Micheal Jeggo eisini fyri TB, og 12 minuttir seinni, í 35. minutti legði hann TB framum 2-1.

Sami Luc Micheal Jeggo var í 63. minutti vístur av vølli fyri harða takling. Og so skuldi TB stríðast 10 ímóti 11 monnum seinasta lítla hálvan tíman av dystinum.

TB megnaði eisini at halda so at siga allan vegin heim, men í yvirtíðini javnaði Heri Mohr fyri AB, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki 2-2.

Úrslitið førir við sær, at TB framvegis er á 7. plássi í Betrideildini við 9 stigum. AB er flutt upp á 9. pláss við betri málmuni enn ÍF.

Facebook viðmerkingar