Søkt verður eftir fólki 30 tímar um vikuna at starvast,
fyrst og fremst, heima hjá barna- familjum, har ein
stuðlar, eygleiðir og vegleiðir foreldrum og børnum.
Arbeiðið er í tøttum samstarvi við barnaverndarumsitingina og
onnur fakfólk. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða út frá hølunum hjá
Suðuroyar barnaverndartænastu.
Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta í dagtímunum, men uppgávur
kunnu uppstanda, sum eru uttanfyri vanligu arbeiðstíðina. Arbeiðstíðin skal
tillagast tørvin hjá familjunum.
Søkt verður eftir
skikkaðum starvsfelaga ið:
- Er persónliga sterkur við góðum innlivingarevnum.
- Dugir væl at samstarva og samskifta – bæði munnliga og skrivliga
- Virkar fyri, at foreldrini fáa neyðugan stuðul til menning av foreldrauppgávuni
- Hjálpir børnum/ungum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag
- Dugir væl at gera eygleiðingar og er fakliga væl fyri
- Hevur dirvi at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt
- Virðir ymiskleikan hjá
fólki
Vit bjóða:
- Eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv
- Sparring og vegleiðing frá starvsfólkunum á barnaverndartænastuni
- Supervision og møguleika fyri at mennast fakliga
- Eitt sjálvstøðugt starv,
har ein skipar arbeiðsdagarnir í samstarvi við umsitingina á
barnaverndartænastuni og familjurnar
Førleikar:
Útbúgving sum námsfrøðingur, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra miðallanga relevanta útbúgving. Viðkomandi royndir við sosialt útsettum fólki, serliga børnum og familjum, er ein fyrimunur.
Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort og bil.
Um Suðuroyar barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar
allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fýra starvsfólk í umsitingini,
umframt ein sálarfrøðing.
Endamálið hjá Suðuroyar barnaverndartænastu er at ansa eftir
teimum børnum og ungum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra
vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug.
Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri,
at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er nøktandi og at
gongd kemur á eina góða menning.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og er tíðaravmarkað fram
til 1. februar 2020, við møguleika fyri leingjan. Løn sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarandi fakfelag.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19.06.19 kl.
12.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum. Hjálagt umsóknini
skal eisini vera revsiváttan. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær
til leiðarin, Anniku Jónsveinsdóttir, á
tlf: 229085 ella á teldupost: annika@tvoroyri.fo
Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella á telduposti til:
Suðuroyar
Barnaverndartænasta ella:
annika@tvoroyri.fo
Sornhúsvegur 22
Postboks 104
800 Tvøroyri
Facebook viðmerkingar