Sambandsrøddirnar royna framvegis at sannføra tjóðina um, at øll vælferð og allur framburður í Føroyum er skaptur, tí danir hava rindað og havt valdið.
Veruleikin er tvørturímóti, at føroyskur máttur og føroysk megi hava verið drívmegin í tí tjóðarbygging, sum í dag hevur leitt okkum so nær dreyminum um einar sjálvstøðugar Føroyar, at vit bert mangla fá fet á leiðini.
Og eg vænti veruliga, at føroyska fólkið sær, at tá so nógv ber til í Føroyum – hví skuldu vit so ikki klárað at tikið fult ræði á okkara samfelag?
Tað, sum vit sjálv skapa, er tað, ið mennir okkum í samstarvi við aðrar tjóðir í heiminum. Tað, ið ongin hevði trúð var møguligt, hava vit megnað, tá ið vit hava tikið ábyrgd sjálv, hava virt okkara egna og bygt á egið tilfeingi og førleikar. Og í dag er tað hetta, sum vit øll eru mest errin av, hóast mótstøðan hevur verið og enn er øgilig.
Hyggið bert at, hvat hendir í okkara mentan, okkara vinnu, okkara búskapi, okkara máli, okkara sosialu skipanum, okkara heilsuverki, okkara skúlum og dagsstovnum, okkara ítrótti og í okkara bygdum og býum, tá ið vit traðka fram og skapa sjálv.
Sjálvandi megna vit at rinda fyri okkara egnu
Fyri 25 árum síðani var blokkurin 25% av BTÚ. Síðani er føroyski búskapurin vaksin ómetaliga nógv, og blokkurin harvið minkaður til 3% av BTÚ – eisini orsaka av tí blokkniðurskurði, sum varð framdur fyrst í øldini, og fastfrystingini, sum sitandi samgonga gjøgnumførdi.
Búskaparliga, politiskt og fyrisitingarliga eru vit til reiðar at taka seinastu fáu fetini úr heimastýrinum og út í heim sum sjálvstøðug tjóð.
Sambandsflokkurin roynir at sannføra fólki um, at okkara lesandi eru í vanda, um vit taka fullveldi. Okkara sjúku eru í vanda, um vit taka ræði á egnum landi. Ja einki tykist bera til hjá Sambandsflokkinum, uttan at Danmark stendur aftanfyri.
Kortini hevur Sambandsflokkurin, eins og hinir heimastýrisflokkarnir, søguliga sæð verið eins errin og vit onnur um tey frambrot, sum eru gjørd á sjálvstýrisleið – men bert aftan á at Tjóðveldi hevur slóðað fyri og tikið fetini.
Og soleiðis verður helst eisini við støðuni hjá okkara lesandi í Danmark. Uttan at troytta lesaran við einum longum roknistykki, so kann eg kunna um, at føroyingar í dag rinda fyri øll lesandi í Føroyum og uttan fyri Danmark. Vit rinda 125 milliónir í lestrarstuðli árliga. Í Danmark fáa føroysk lesandi stuðul ja – tað er svarar til áleið 70-80 milliónir. Also munandi minni enn vit frammanundan rinda til okkara lesandi.
Norðurlendskar avtalur tryggja lesandi atgongd til ókeypis útbúgving í Norðurlondum, og rætt til lestrarstuðul frá lestrarlandinum sambært teirra treytum. Hetta er also ikki ein serstøk avtala, sum Føroyar hava við Danmark orsaka av tí sokallaða “ríkisfelagsskapinum”.
Veruleikin er, at vit sum sjálvstøðug tjóð sjálvsagt fara at fáa eins góðar treytir til lesandi, sum vit hava í dag, eins og onnur Norðurlond – og tá fara vit eisini at luttaka á jøvnum føti við aðrar tjóðir og soleiðis hava møguleika fyri at knýta enn fleiri sambond – eisini á lestrarøkinum – við alheims lond, eins og við Danmark.
Og eg kenni meg sannførdan um, at føroyingar síggja, at ræðumyndirnar, sum Sambandsflokkurin og hinir heimastýrisflokkarnir royna at brúka aftur í hesum valstríðnum, bert eru undanførslur fyri tí, sum má og eigur at vera framtíð føroyinga: Nevniliga at Føroyar gerast ein sjálvstøðug tjóð á jøvnum føti við aðrar tjóðir.
Nú fólkatingsvalið er í nánd er tað umráðandi at hava í huga, at uttan ein sterkan Tjóðveldisflokk á Fólkatingi, sum áhaldandi og virðiliga talar søkina hjá føroysku sjálvstýrisrørsluni – ja, so fáa vit tvey sambands- ella heimastýrisumboð. Og tá senda vit tey boð til Danmarkar og til allan heim, at føroyingar vilja binda seg enn longur niður í danskt vald.
Eg heiti tí inniliga á øll tjóðskaparfólk, um at standa saman um Tjóðveldi 5. juni, og senda eitt sterkt tjóðveldisumboð á danating, og samstundis standa saman um tann boðskap, at í Føroyum býr ein megi, og ein sterk sjálvstýrisrørsla, sum er til reiðar at traðka út í alheimssamfelagið á jøvnum føti við aðrar tjóðir.
Høgni Hoydal, formaður og valevni hjá Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar