Tá valhølini lata aftur mikukvøldið 5. juni, hevur hvør einasta atkvøða gjørt av, hvør rødd skal tala Føroya søk um allan heim komandi fýra árini. Tað er mangan sæð í fólkatingsvalum, at tað eru fáar atkvøður á muni millum stóru flokkarnar. Tí hevur tað nú meira enn nakrantíð alstóran týdning, at øll tjóðskaparfólk kring landið fara á val og savnast um eina frælsa tjóðskaparrødd á Fólkatingi.
Føroyska tjóðarbyggingin hevur verið eitt stríð gjøgnum ættarlið til tess at seta í verk dreymin um at skipa eina sjálvstøðuga tjóð í heiminum. Tað er henda megin, ið hevur ment Føroyar til støðugt at stremba eftir at skapa eitt nútímans, skapandi samfelag, har øll hava somu rættindi og skyldur og kunnu skapa sær eitt ríkt lív.
Tað, sum vit sjálv skapa, er tað, ið mennir okkum í samstarvi við aðrar tjóðir í heiminum. Tað, ið ongin hevði trúð var møguligt, hava vit megnað, tá ið vit hava tikið ábyrgd sjálv, hava virt okkara egna og bygt á egið tilfeingi og førleikar. Og í dag er tað hetta, sum vit øll eru mest errin av, hóast mótstøðan hevur verið øgilig. Hyggið bert at, hvat hendir í okkara mentan, okkara vinnu, okkara búskapi, okkara máli, okkara sosialu skipanum, okkara heilsuverki, okkara skúlum og dagsstovnum, okkara ítrótti og í okkara bygdum og býum, tá ið vit traðka fram og skapa sjálv.
Mangan verður sagt, at tjóðskaparfólk ikki tíma á fólkatingsval. Og satt at siga skilji eg sera væl, at tjóðskaparfólk ikki brenna fyri fólkatingssessinum. Vit vildu jú øll ynskt, at tað ikki var viðkomandi hjá føroyskum umboðum at sita á danatingi.
Men meira enn nakrantíð hevur tað týdningi nú, at vit júst hava eitt tjóðskaparligt umboð á Fólkatingi, at tala Føroya søk bæði í Danmark og um allan heim. Tí tá vit skulu taka seinastu fetini úr heimastýrinum krevst, at allir pallar verða nýttir til tess at fremja hetta í verki. Tí mugu vit øll fara á val og tryggja okkum, at tað ikki vera tvær sambandsrøddir, sum hoyrast um allan heim komandi fýra árini, men ein sterk tjóðskaparrødd.
Við málinum um einar frælsar Føroyar í eygsjón, havi eg fult álit á, at allir tjóðskaparveljarar fara á val og fara at stuðla Tjóðveldinum til fólkatingsvalið 5. juni.
Tí eg spyrji tykkum. Um ikki nú, so nær? Og um ikki ein sterk frælsisrødd, hvør skal so gera tað?
Tí heiti eg inniliga á allar tjóðskaparveljara. Farið á val. Gerið tykkara ávirkan galdandi, og verið við til at tryggja, at tað er søgan um tær frælsu Føroyar, sum heimurin hoyrir komandi fýra árini.
Við tjóðskaparkvøðu
Høgni Hoydal, formaður
Facebook viðmerkingar