Fríggjadagin kl. 16.30 verður tiltak við Fast í Vági, har Klovnurin BUBU fer at hava útgávutiltak.
Tað er í sambandi við útgávuna av bókini hjá BUBU um BUBU súkkluna og lítla djórið Hufflo, at BUBU vitjar í Vági og saman við tónleikarum kemur at seta dám á.
Bókin er liður í ætlanini hjá BUBU um at stimbra undir málmenningina hjá føroyskum børnum, og hevur hann tí eisini latið gjørt eitt serligt føroyskt stavrað, ið eisini er komi á marknaðin.
Tiltakið i morgin er fyri øll, børn, vaksin, ung sum eldri, og fæst eisini sunkist, kaffi og annað til tiltakið, har ein hevur møguleika at keypa bókina og plakatina við stavraðnum.
Um ikki viðrar, so verður tiltakið flutt inn í Meinigheitshúsið, ið liggur beint við Fast.
Facebook viðmerkingar