Fólkatalið var 51.705 tann 1. mai. Tað vaks við 860 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. mai 2018 – 1. mai 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 294, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 566, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 71 størri, og nettotilflytingin 20 minni. Tí verður fólkavøksturin 51 fólk fleiri.
Munur er millum kynini í fólkavøkstrinum: tað vórðu 519 fleiri mannfólk hetta ársskeiðið, svarandi til ein vøkstur á 2,0% og 341 fleiri konufólk, svarandi til ein vøkstur á 1,4%.
Størsti vøksturin er í miðøkinum, t.v.s. í Streymoy, Eysturoy og í Vágum. Lutfalsliga størstur í Eysturoy við 2,8%.
Kommunurnar: størsti vøkstur í kommununum í miðøkinum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 371 fólkum, Runavíkar við 107, Klaksvíkar við 65, Eystur við 63 og Vága kommuna við 57. Av hesum er lutfalsligi vøksturin størstur í Runavíkar kommunu við 2,7%, nógv størri enn í Klaksvíkar kommunu við 1,3%.
Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.
Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,4%, Eiðis kommunu við 3,5%, Eystur kommunu við 3,0%, Runavíkar við 2,7%, Fuglafjarðar kommunu við 2,6% og Nes kommunu við 2,5%.
Í Vágum veksur Vága kommuna við 2,8% og Sørvágs kommuna við 1,6%.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Hovs, Sands og Porkeris kommunum.
Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 30 fólkum (-2,2%) og 12 fólkum (-2,6%).
Facebook viðmerkingar